Skip to main content

Víkingur: NOAH LJÓSABLÁUR TIL 2024

Noah Mneney hevur í kvøld undirskriva ein 2-ára sáttmála við Víking

Noah, sum er fuglfirðingur, kom út um eið at spæla fótbólt sum 16 ára gamal, og sigast má, at hann hevur ment seg nógv og er ídag ein av berandi kreftunum á okkara Betri liðið. Stríðsmaður sum fáur og tí var tað ikki óvæntað, at hann ímóti kappingarenda í ár bleiv úttikin á A-landsliðið, eftir at hava verið partur av ungdómslandsliðunum seinastu árini

Vit gleðast sjálvsagt um at Noah heldur fram í ljósabláu troyggjuni