Skip to main content

Við Streymin: Rókur Open telvað í Skúlanum við Streymin

Í vikuskiftinum bleiv Rókur Open telvað í Skúlanum við Streymin. Kappingin byrjaði fríggjakvøldið kl. 19, og síðsti leikur bleiv fluttur sunnukvøldið kl. 21.

Rókur Open hevur verið ein afturvendandi kapping, sum Talvfelagið Rókur hevur skipað fyri seinastu árini. Kappingin er skipað soleiðis, at 3 kviktalv verða telvaði fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 langtalv sunnudagin.

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

  1. Rógvi Egilstoft 7 stig
  2. Jón í Horni Nielsen 5 stig
  3. Heðin Gregersen 5 stig

Tvær ratingsvirðislønir blivu givnar. Ratingsvirðislønina upp til 1200 vann Brestir Samuelsen, meðan ratingsvirðislønina millum 1201 og 1800 vann Ingolf Debes.

Øll úrslitini eru at síggja her: Chess-Results Server Chess-results.com - Rókur-Open 2022

Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, handaði virðislønirnar.

Tað skrivar sunda.fo- her finnast fleiri myndir https://sunda.fo/news/2151/rokur-open-2022