Skip to main content

við Sjógv: Dyppa og svim við Sjógv - Útivikan 2022

Leygardagin 21. mai kl. 10:00 fara vit at dyppa sunnanfyri bátahylin við Sjógv – har sum vanliga verður dyppað (sí mynd niðast í greinini).

Øll eru vælkomin – bæði roynd og óroynd, kvinnur og menn í øllum aldri og eisini børn (børnini eru t.d. vælkomin við vátdrakt e.l. – tó er best, um onkur vaksin er við børnunum).

Vit skifta í tí stóra skiftirúminum - Møguleiki er eisini at skifta í neystinum hjá Elmu og Jón.

Vit bjóða kaffi, te og køkur, umframt saft til børnini – hav egnan kopp við.

Vit bjóða eisini kropsskrubban (bodyscrub) eftir dypping.

Tey, sum ikki hava verið og dyppað fyrr, ivast kanska í, hvat man skal hava við, so her eru nøkur ráð:

  • Svimjidrakt/svimjibuksur
  • Lastikk til hárið
  • Húgvu
  • Stórt handklæði
  • Handskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga
  • Okkurt at standa á, t.d. lítið eyka handklæði
  • Stóra fløsku av flógvum/heitum vatni
  • Hálvhosur og kanska heita troyggju at fara í aftaná

So tað er bara at leypa útí - Tað verður heilt sikkurt orduliga stuttligt.