Skip to main content

Vegurin um Eiðisskarð stongdur fyri gjøgnumkoyring í vetrarhálvuni

Landsverk hevur í samráð við løgregluna tikið avgerð um at steingja vegin um Eiðisskarð fyri almennari ferðslu frá 1. oktober til 1. mai. Tó undantikið koyring hjá Vitatænastuni og røktingarfólki í økinum.

Orsøkin er tann, at vegurin verður ikki saltaður ella ruddaður fyri kava.


Tíverri er tað komið fyri fleiri ferðir, at bæði persónbilar og bussar hava rent seg fastar í kavanum og í hálkuni, hóast ávaringarskelti, um at einki vetrarhald er, hevur staðið uppi. Nú verður eisini skelti sett upp, ið merkir ongin gjøgnumkoyring. 


Vegurin er einsporaður og kann vera vandamikil at koyra á, tá hann ikki verður saltaður og ruddaður fyri kava. Hendir eitt ferðsluóhapp, er tað sera torført at koma hesum til hjálpar, tí tað er so smalt og hartil vánaligar arbeiðsumstøður hjá Landsverki og átakseindunum í økinum.


Tó at nógv fólk ynskja at koyra hendan vegateinin í vøkru náttúruni, meta Landsverk og løgreglan tað vera alneyðugt at steingja vegin um Eiðisskarð fyri gjøgnumkoyring í vetrarhálvuni.