Skip to main content

Úr Eysturkommunu:SÚNI OLSEN VENJARI HJÁ BETRI KVINNUM

Víkingur og Súni Olsen hava gjørt avtalu, sum inniber at Súni verður venjari hjá Betri kvinnum í 2021

Súni hevur slitið sínar barndómsskógvar í Sarpugerði, og hevur leikt umleið 250 dystir fyri besta liðið hjá GÍ og Víkingi. Seinnu árini hevur Súni verið venjari hjá B36 kvinnum og hevur lokið A-venjara útbúgving hjá FSF.

Felagið er farið undir at leggja størri dent á menningina á gentu- og kvinnusíðuni, og fyrsta stigið er tikið, við at vit í 2021 koma at hava okkara egna lið á kvinnusíðuni, eftir at vit í fleiri ár hava samstarva við onnur feløg. Sum liður í hesum, fegnast vit um at hava fingið Súna sum høvuðsvenjara.