Skip to main content

Toftir: Í seinastu viku keypti Pf. Regn á Toftum línuskipið Borðoyarnes á uppboðsølu

Tað gongur skjótt í fiskivinnuni, tí í oktober í 2020  keypti Christian Matisen líniskipið. Hann vónaði tá at vera klárir at fara til fiskiskap longu fyrst í november.

Tað gekk so ikki hjá honum, at fáa fíggjarligt grundarlag í driftina.

Í oktober 2022 vóri bæði Váðasteinur og Borðoyarnes lýstir á tvingsilssølu

Myndina eigur Mj-myndir.

Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, hevur biðið um tvingilssøluna, sum var fyrr í dag.

Pf. Regn á Toftum keypt línuskipið Borðoyarnes.

Tað skriva  jn.fo  

Pf. Regn er eitt felag hjá Framherja Sp/f í Fuglafirði.

Boðoyarnes KG 183 er bygt á Skála skipasmiðju í 1963, og hevur áður havt nønvini Strandingur og Vesturhavið.

Seinastu tíðina hevur Borðoyarnes fyri tað mesta fiskað kalva í Newfoundlandi.

Tað skrivar fiskimannafelag.fo