Skip to main content

Toftir: MIKAEL JOHAN HEINESEN FYRI SEINASTU FERÐ

Hann hevur stjórnað Kirkjukórinum síðani tað varð stovnað í 2000, var kórleiðari longi í 81 og so hevur hann umvegis urguna leitt lovsongin í Nes kirkjusókn í mong ár. Sunnudagin, 31. juli, er hetta skeiðið fyribils at enda komið.

Kirkjuráðið takkar Mikal Johan fyri góða og trúgva tænastu við ynskjum um Guds ríku signing í ókomnum døgum.

Í grein á kirkjan.fo, sum varð skrivað í 2015, var m.a. hetta at lesa:

"Mikael Johan nevnir seg innføddan toftamann og fyri at verða innføddur toftamaður er treytin at bæði mamma tín og pápi tín eru av Toftum. Mikael Johan er føddur seinasta dag í árinum 1957 ella nýggjársaftan.

-Eg eri lærari í skúlanum á Toftum. Eg fór niður í 1980. Fór niður á háskúla og fyri at nema mær kunnleika um orgulspæl. Eg tók prógv sum PO organistur á musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn og havi verið skúlaður orguleikari leingi, sigur Mikael Johan Heinesen.

-Eg var kórleiðari aftur á Toftum í 1981 og fór síðan niður aftur á læraraskúla. Eg havi danska konu. Í árunum 1997-99 var eg organistur fulla tið í Lind við Herning og flutti heim til Føroyar aftur í 1999 og havi verið her síðan. Í 2000 stovnaðu vit kirkjukórið, sum eg havi verið leiðari av síðan."

Mikael Johan er giftur við Evu Heinesen úr Danmark. Tey eiga tvey vaksin børn, Petur og Kristina.

Mynd. Vársangløta við Kirkjukórinum í mai.