Skip to main content

Toftir: Kampingvognarnir burt og 18 + 1 íbúðir byggjast her

Síðan januar 2021 hevur Nes kommuna verið í samskifti við Almannaverkið um bygging av íbúðum til borgarar, ið eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum. Almannaverkið hevur seinni heitt á Bústaðir um at standa fyri verkætlanini.

Verkætlanin inniber at byggja 18 + 1 íbúðir á matr. nr. 415o og 415p, sum er sunnan fyri KRIS bygningin. Bygningurin fer at standa soleiðis, at p-pláss eru frammanfyri. Eftir ætlan hevur bygningurin kjallara og tvær hæddir.

Eftir summarfrítíðina fer Nes kommuna at gera økið byggiklárt. Bústaðir fyrireikar nú sjálva byggingina, og nærri verður væntandi at frætta um tað til heystar.

Skrivar Neskommuna á heimasíðu síni.

Nú missa kampingvognarnir sítt pláss. Kommnan skrivar soleiðis

Í samband við at Nes kommuna nú hevur gjørt rammuavtalu við Bústaðir um bygging, verður heitt á eigararnar av campingvognunum , sum standa parkeraðir á økinum, um at flyta teir skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. august 2022.

Um campingvognarnir ikki verða fluttir, fer kommunan at flyta teir fyri eigarans rokning.

Nes kommuna.