Skip to main content

Toftir: Eldrafelagið í Roðanum skipaði í kvøld fyri kunnandi fundi í Tofta skúla

Eldrafelagið í Roðanum skipaði í kvøld fyri kunnandi fundi í Tofta skúla. Menninir í Undirhúsinum sungu, Janus Jensen greiddi frá staðarnøvnum og søgum, áðrenn ein góður drekkamuður varð bjóðaður.

Í nevndini í Eldrafelagnum eru: Pætur Rasmussen, formaður, Henning Bøgesvang, n.form, Alfred Olsen, skrivari, Alma Poulsen og Kára Rasmussen.