Skip to main content

Toftir: Bilafestivalur á Toftum

Í dag verður riggað til á Toftum til Bilafestivalin, og fyriskiparinir vænta góða undirtøku aftur í ár. 

Sambært fyriskipara Ian Jacobsen, vóru millum 12.000 og 15.000 fólk Bilafestivalin í fjør. 

Í ár eru allar bilasølurnar umboðar, og sølufólk fara at standa klár til møguligar bilkeyparar. 

Bilafestivalurin verður leygardagin og sunnudagin 27. og 28. august, og skráin kann finnast á facebook við at leita eftir "Bilafestivalurin".