Skip to main content

Toftir: Jákup á Borg er nú høvuðsvenjari á Toftum

Tað verður Jákup á Borg, sum framyvir fer at vera høvuðsvenjari hjá besta fótbóltsliðnum á Toftum.

Hetta skrivar bolt.fo seinnapartin.

Eftir níggju dystir og fimm stig sum ikki rukku upp um niðurflytingarstrikuna, valdi Øssur Hansen at takka fyri seg. Hann hevði ikki nóg nógva orku, at taka sær av uppgávuni sum høvuðsvenjari.

Orkuna hevur Jákup á Borg eftir øllum at døma. Hann var við á síðulinjuni hjá EB/Streymi seinnu kappingarhálvu í fjør, og áður hevur hann eisini verið høvuðsvenjari hjá B36.

B68 hevur týðandi dyst á skránni sunnudagin, tá teir fáa sundalagsmenn á vitjan. 

Tað skrivar portal.fo í dag.