Skip to main content

Todi fekk ikki langa tíð í NSÍ - uppsagdur

Vit eru errin av at presentera okkara nýggja høvuðsvenjara, álopslegenduna Toda Jónsson. Talan er um tann føroyska leikaran, ið er komin longst sum yrkisleikari. Á einum sterkum FCK-liði var Todi ein av profilunum, og hann skoraði heili 68 mál fyri FCK. Talan er eisini um eina av okkara størstu landsliðslegendum.

Soleiðis skrivaði heimasíðan hjá NSÍ 14. Januar í ár.

Úrslitini hava ikki júst laga seg, sum NSÍ vildi.

NSÍ er í løtuni á sætta plássi við 15 stigum. Tvey stig fram til EB/Streym.

Í gjár tók NSÍ avleiðingarnar og søgdu venjaran upp.