Skip to main content

Tobbi setti felliknívin á lokið

Nú er nakað væl fráliðið, síðan eg eitt vetrarkvøld legði leiðina inn í Ólvustovu, eftir at fundur hevði verið í Funningsnevndini niðri í skúlanum.

Kommunan hýsti einum skrivandi manni í húsinum í nakrar vikur, og burturúr drúgvu vitjanini kom eitt djúpt og stundum filosofiskt prát. Maðurin var Høgni Mohr - alkendur í Føroyum.

Tað skrivar Tobbi, nú Høgni Mohr gevur úr bókina SAGA JAM.

Tað kvøldið segði hann mær frá ætlanum sínum um at skriva eitt størri verk - eitt slag av skaldsøgu. Prátaðu bæði væl og leingi um hetta, og tað skiltist, at kjøt longu hevði lagt seg afturat bulinum, sum var farin til gongu undir skallabeinum hansara.

Eftir eina vígslu fyri løtu síðan, varnaðist eg eina pappeskju frá Føroyaprent á gólvinum her á Kommunuskrivstovuni. Spenningurin var øgiligur, so segði Bubbi Morthens: Ég elska bækur. Setti felliknívin á lokið og mín sann um bókin, sum var til umrøðu í Ólvustovu fyri nøkrum vetrum síðan, ikki setti permuna eftir mær.

Nú verður ikki friður aftur fyrrenn hendan er lisin. Ein leyslig skimming hevur longu gjørt meg rættiliga forvitnan.

Til lukku við bókini Høgni.

ES: Hetta verður ikki tað seinasta frá Høgna, okkum og Funningi í ár, meiri frættist um hetta seinri.