Skip to main content

Tobbi limar seg úr Amnesty

Er tað bara eg sum ógvist yvir partrolingina hjá Javnaðarflokkinum og Amnesty Føroyar í abortmálinum? Ella, - eru Amnesty Føroyar bara vorðin ein lýðin abort-sekt hjá føroyska Javnaðarflokkinum? Nú lygnirnar raktu Javnaðarflokkin sum ein boomerangur, tók Amnesty Føroyar um endan, og eru tey farin út um landoddarnar fyri at øsa alt upp í varg og fáa nú útlendingar at søkja at Føroyum og legga trýst á okkara myndugleikar. Uttan at taka støðu til sjálvt málið um abort, so var tað ikki í mínum huga hin dagin, í eini krambúð í Miðvági fyri nøkrum árum síðan, at eg hevði limað meg inn í eina aktivistiska undirdeild hjá Føroya Javnaðarflokki, sum hevði til endamáls at stríðast ímóti okkum sjálvum. Hetta er eitt mál sum føroyingar sjálvir skulu loysa. Ongin annar. Og. Hesin Amnesty-limaskapurin verður av góðum grundum ikki gamal.