Skip to main content

Toftir: Teir sum spældu við B68 í 1992 møttust aftur

Ígjár møttust vit sum spældu við B68 í 1992, tá B68 fyri 3 ferð, og higartil seinastu ferð, vann FM. Teir flestu kundu verða við‚ tó manglaðu nakrir.

Tað skrivar Jóhannus Danielsen á facebook vanga sínum.

30 ár síggjast á monnum, men vit høvdu eina stuttliga løtu á vøllinum og U15 og U13 dreingirnir vóru so fittir og raskir at spæla dyst móti okkum.

Landsliðsvenjaraparið var og hugdi, so tað verður spennandi at fylgja við landsliðsúttøkuni mánadagin

Vit høvdu eina stak hugfarsliga og stuttliga løtu ígjár og góðu minnini, krydda við 30 ára gomlum SVF upptøkum, blivu frískaði uppaftur.

Kokkarnir til døguran vóru teir somu sum fyri 30 árum síðani, og tað smakkaði líka fantastiskt sum tá.

Jóhannus Danielsen eigur eisini myndina