Skip to main content

Oyndarfjørður: Teir óku norður til Oyndarfjarðar og Elduvíkar fyri at skoða skaðarnar

Tað er eftirhondini ein nógv tugdur og tanlaður setningur, at ongin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum, sum Heðin Brú so meistarliga orðaði tað.

Býrt tú í einari kommunu við 15 bygdum, sum venda ymsar vegir á kumpassrósuni, og 6 av teimum eru desiderað brimpláss, ja, so veist tú at skaðar henda onkustaðni, alt eftir ættini og hvussu tað er sjóvað, táið veðrið leikar í sum hesar seinastu dagarnar.

Í morgun óku vit - Vegadeildin, Runavíkar havn og borgarstjórin - norður til Oyndarfjarðar og Elduvíkar fyri at skoða skaðarnar, og fyri at gera eina meting um hvussu teir kunnu bøtast aftur skjótast gjørligt.

Nógv er longu sett í gongd, meðan okkurt má bíða eftir eini lagaligari árstíð. Ynskir man at liva um hesar leiðir, so má roknast við onkrum nosið, tað ræður bara um at bøta um so hvørt.

Seinrapartin flaggaðu teir í hálvari stong við Kahyttina fyri gamla formanninum, sum nú hvílir undir moldum í kirkjugarðinum á Skála.

Tobbi eigur myndirnar: TRYST HER FYRI FLEIRI MYNDIR -http://www.eysturoyarbladid.fo/typo3/index.php?route=%2Fmain&token=3b2fbc63f7d3707006c4f2ec2acac66d8eac4528