Skip to main content

Úr Syðrugøtu beint nú ( 09.05 ): Ferðsluóhapp á landsvegnum í Syðrugøtu

Heitt verður á bilførarar um at halda sg til Landsvegin í Syðrugøtu og ikki koyra eftir bygdavegnum uttan ávising frá politinum.

Ferðsluóhapp á landsvegnum í Syðrugøtu. Eitt álvarsligt ferðsluóhapp millum 3 persónbilar er hent á Landsvegnum í Syðrugøtu.

Ferðslan verður í løtuni leidd gjøgnum bygdavegin í Syðrgøtu.

Politi, ambulansar og sløkkilið er á staðnum og tí mugu tit verða ansin tá tit koyra og geva pláss fyri útrykningsakførum

Í løtuni vita vit ikki meira um óhappið.

Dagføring kl. 09.25

Heitt verður á bilførarar um at halda sg til Landsvegin í Syðrugøtu og ikki koyra eftir bygdavegnum uttan ávising frá politinum.

Eisini verður heitt á bilførara um at geva pláss fyri ambulansumm sum eru ávegis til Landssjúkrahúsið við politieskortu.