Skip to main content

Syðrugøta: Seyðahundakapping í Syðrugøtu leygardagin 10. september

Leygardagin 10. september verður seyðahundakapping í Syðrugøtu 

08:15-17:00

Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri seyðahundakapping, har øll eru vælkomin bæði at hyggja og at luttaka. 

Staðsetingin er í haganum hjá Poul Arna Jacobsen, oman fyri nýggja seyðahúsið í Syðrugøtu. Her verður drekkamunnur og ein kakubiti at fáa og samstundis er møguligt at síggja dugnaligar hundar og at fáa eitt gott prát. 

Um nakar ynskir nærri kunning er møguligt at ringja til Tóka á tlf 508984.