Skip to main content

Sunda kommuna tekur stig á grønu leiðini

Sunda kommuna ætlar at ganga undan á grønu leiðini, og hevur á fíggjarætlanini 2022, sett pening av til ymisk umhvørvistiltøk.

Býráðið hevur samtykt at seta kr. 300.000 av til jarðhitaskipan til kommunuskrivstovuna, ið er undir umbygging. Ætlanin er at bora eitt 400 m. djúpt hol, at binda í verandi hitaskipan á kommunuskrivstovuni. Sostatt verður verandi oljufýring á kommunuskrivstovuni útskift við eina grøna loysn. Hetta verður fyrsta jarðhitaskipanin hjá kommununi.

Gongd verður eisini sett á at seta løðistøðir til el-bilar við bygningar hjá kommununi. Pengar eru settir av til at seta tvær løðistøðir í 2022. Ætlanin er síðani, at halda á við hesum arbeiði til løðistøðir eru í øllum bygdunum í kommununi. Í hesum sambandi hevur kommunan eisini í hyggju at skifta til el- bilar, so hvørt arbeiðsbilarnir verða skiftir út.

Harafturat ætlar býráðið at nýggja útstykkingin skal hava grøna hitaskipan, og tað skal gerast klárt til løðing av el-bilum á hvørjum grundstykki.