Skip to main content

Sunda kommuna: Skráin fyri Sundalagsstevnuna komandi vikuskifti

Nú nærkast til Sundalagsstevnuna, sum verður í Hvalvík komandi vikuskifti, 17. til 19 juni. Stóri dagurin verður leygardagin, men nøkur tiltøk eru eisini á skránni fríggjakvøldið og sunnudagin.

Skráin fyri Sundalagsstevununa:

Fríggjadagin 17.06.2022

Kl. 17:00   Familju-summarmøti við grilling og hugna í missiónshúsinum í Hvalvík

Kl. 19:30   Handilin hjá Hallfríð letur upp, og klædnahandilin Gunnvá hevur støkk-upp-handil

Kl. 19:30   Signar Í Homrum framførir nøkur løg

Leygardagin 18.06.2022

Kl. 11:00   Bindiklubba-kappróður

Kl. 13:00   Kappróður

Kl. 13:00   Handilin hjá Hallfríð letur upp, og klædnahandilin Gunnvá hevur støkk-upp-handil

Kl. 13:00   Sølubásar í tjaldinum í keiøkinum, har ymiskt handaligt verður til keyps. Møguleiki verður hjá børnum at lána glúpar, hoppibond og krit

Kl. 13:00   Matsmiðjan við Ruben Busk selir vælumtøktu burgararnar á keiøkinum

Kl. 13:00   Kvinka hevur framsýning í Áway bygninginum á keiini

Kl. 14:00  Sálarløtur við Ann, fyrilestur

Kl. 15:30   Rógvi B. Dam kemur at gykla fyri børnunum

Kl. 16:00   Signar Í Homrum framførir nøkur løg á keiøkinum

Kl. 19:00   Betri deildin menn spæla (EB/Streymur – Víkingur)

Kl. 19:00   Neytamykjukapping við Margáir

Kl. 22:00   Syngi-við-kvøld í tjaldinum. Á skránni verður felagssangur við fylgispæli og suppu. Jákup E. Petersen, prestur, flytir fram røðu. Eftir røðuna verður stevnu-quiz

Sunnudagin 19.06.2022

Kl. 10:00   Dypp á Hvalvíksoyruni. Aftaná verður kaffi og te at fáa á Torginum í Streymnesi

Kl. 12:00   Útiguðstænasta við Jákup E. Petersen í viðarlundini í Hvalvík