Skip to main content

Sunda kommuna: Sig tína hugsan um ferðavinnu

Send okkum tínar tankar um, hvussu ferðavinnan í Sunda kommunu skal skipast komandi árini, ella um tú hevur okkurt uppá hjartað viðvíkjandi ferðavinnu. Tað kann vera góð hugskot, atfinningar, serlig vitan um ávíst øki o.s.fr.

Sunda kommuna er farin í holt við at dagføra ferðavinnupolitikkin, sum var samtyktur av býráðnum 30. apríl 2018. Ferðavinnupolitikkurin kann lesast her.

Tað er umráðandi fyri arbeiðið at hoyra, hvørjar tankar íbúgvarnir í kommununi hava um ferðavinnu. Vit tosa við fólk í bæði í ferðavinnuni og í øðrum viðkomandi geirum. Eisini bygdafólk, sum búgva í nógv vitjaðu bygdunum í kommununi. Og vit fara eisini at skipa fyri einum borgarfundi í august mánaði, har øll hava møguleika at sleppa til orðanna.

Men tað eingin orsøk at bíða, um tú hevur okkurt uppá hjartað! Skriva til okkum her - og vit taka tað við í okkara viðgerð av ferðavinnuni í Sunda kommunu.