Skip to main content

Sunda kommuna partur av Vanganum

Sunda kommuna hevur frá byrjan sæð týdningin av at vera við í samstarvinum um felags menningina av tænastuveitingunum í Vanganum. At talgilda fyrisitingarligu uppgávurnar sparir tíð og orku í umsitingini, og ger eisini at tænsturnar ikki eru treytaðar av tíð og stað.

”At vera ein partur av Vanganum er fyri Sunda kommunu líka sjálvsagt sum at tað lýsir fyri degi.

Talgilda tilgongdin í Sunda kommunu er áhaldandi, og hava allir býráðsfundir verði talgilt stroymdir á netinum síðan 2013, og flutti kommunan seg í talgildaheimin í 2015 við at gerast pappírleys.

Sum ein stór og spjødd kommuna hevur tað avgerandi týdning, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis atgongd til okkara borgaratænastu í teirra nærumhvørvi, og við Vanganum røkka vit nú út í hvørja bygd, hvørt hús og næstan hvønn lumma í Sunda kommunu, samstundis sum ljóskaðal verður lagdur í nærum hvørt hús.” sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Í Sunda kommunu fegnast vit um samstarvið við Talgildu Føroyar, og møguleikan at luttaka í felags tilgondini saman við hinum kommununum.