Skip to main content

Sunda kommuna: Nýggj andlit í starvsfólkahópinum

Sunda kommuna hevur sett Jógvan Petur Emilsson í starv sum skúlavørð í Skúlanum við Streymin, Dagny Hellisdal er byrjað í skrivstovulæru á kommunuskrivstovuni og Petur Jacobsen er settur í starv sum málsviðgeri á teknisku deild.

Jógvan Petur Emilsson er 40 ára gamal, og er búsitandi á Langasandi. Jógvan Petur er útbúgvin bygningssnikkari og hevur seinastu 12 árini arbeitt hjá Norðsetur. Jógvan Petur tekur yvir eftir Terja Johannesen, sum beint fyri summarfrítíðina fór frá, eftir at hava verið í starvinum í 19 ár.

Dagny Hellisdal er 32 ára gomul, og búsitandi við Norðskála. Dagny hevur í longri tíð ynskt sær eina skrivstovuútbúgving, og sum mamma at fýra børnum, í og undir skúlaaldur, fegnast Dagny um at hon fær møguleikan at nema sær útbúgvingina í nærumhvørvinum.

Petur Jacobsen er 34 ára gamal og útbúgvin byggifrøðingur. Petur hevur starvast bæði á ráðgevarafyritøku og á stórum sum smáðum byggiplássum. Hann hevur drúgvar royndir innan GPS landmáting, brunakrøv, tekniskar installatiónir og bygging.

Vit ynskja teimum tillukku við starvinum og vælkomnum til Sunda kommunu.