Skip to main content

Sunda kommuna: Nú letur ungdómshúsið upp aftur!

Týskvøldið 8. februar letur ungdómshúsið upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin.

Eftir ein longri steðg letur ungdómshúsið, ið fyrr helt til í Garnhúsinum á Oyri, upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin (fyrrv. Norðskála/Oyrar skúli). Her fer ungdómshúsið at húsast í nýumvældum hølum, saman við e-nám og tónlistaskúlanum Norðljómi.

Ungdómshúsið er ætlað ungum í 8. flokki og upp til 18 ár. Ungdómshúsið hevur opið tvey kvøld um vikuna: Týskvøld frá 18:00 til 22:00 og hóskvøld frá 18:00 til 23:00.

Frá ungdómshúsinum siga tey at tey gleða seg, at síggja tykkum øll, nú tey lata upp aftur, týskvøldið 8. februar 2022. Og tey gleða seg at skapa nógvar stuttligar, hugnaligar og minniligar løtur saman við tykkum, í nýggju hølunum, í gamla skúlanum við Streymin.

Hava tit spurningar ella líknandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðaran av ungdómshúsinum, Jórunn Gudmundsen á tlf. 29 72 95

Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit síggjast!