Skip to main content

Sunda kommuna: Mattias er heimsmeistari!

Mattias Durhuus kom heim til Hósvíkar við ikki færri enn tveimum heiðursmerkjum.

Fagnaðurin var stórur, tá ið heimsmeistarin í inniróðri, Mattias Durhuus kom heim til Hósvíkar við ikki færri enn tveimum heiðursmerkjum. Mattias hevur verið í Toronto og kappast, og úrslitið bleiv eitt gullheiðursmerki í 500m og eitt silvurheiðursmerki í 2000m. Bjóðað var til almenna móttøku í Róðrarneystinum í Hósvík, har nógv fólk møtti upp. Borgarstjórin, Jógvan Kruse, segði nøkur orð og handaði Mattiasi eitt blómutyssi. Vit í Sunda kommunu ynskja Mattiasi hjartaliga til lukku við framúrskarandi úrslitinum og alt tað besta framyvir.