Skip to main content

Sunda kommuna: Jarðhiti og grudvatn sum orku- og drekkivatnskelda

Mikukvøldið 23. november kl. 19 heldur Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur, M.Sc., Ph.D. forvitnisligan fyrilestur undir heitinum "Jarðhiti og grundvatn sum orku- og drekkivatnskelda" á Sunda bókasavni.

Seinastu árini eru jarðhitin vorðin ein sera væl umtókt orkukelda. So hvørt sum fleiri jarðhitahol verða borað, økist kunnleikin um grunnu føroysku undirgrundina og ikki minst um grundvatnið.

Óluva R. Eidesgaard vardi í juni 2021 Ph.D.-ritgerð sína, ið millum annað lýsti, hvussu vit við serligari boriholsútgerð kunnu kortleggja, hvussu grundvatnið í Føroysku undirgrundini ferðast.

Mikukvøldið 23. november kl. 19.00 fer Óluva at halda fyrilestur á Sunda bókasavn, undir heitinum "Jarðhiti og grundvatn sum orku- og drekkivatnskelda".

Sunda bókasavn er í Skúlanum við Streymin.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.