Skip to main content

Sunda Kommuna; Hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022?

Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgarnar í kommununi.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 8. – 17. september 2022.

Øll kunnu senda uppskot

Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.

Uppskotini skulu sendast til [email protected] innan týsdagin 30. august kl. 12.00

Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.

Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.

Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:

  • 2021 Sofus Debes Johannesen
  • 2019 Andrass Midjord 
  • 2018 Edmund Joensen 
  • 2017 Leguhúsið í Nesvík
  • 2016 Hósvíkar róðrarfelag 
  • 2015 Nicolina av Kamarinum
  • 2014 Johannes Johannesen 
  • 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 
  • 2012 Asfinn Sigvardsen 
  • 2011 Esmar Dahl