Skip to main content

Sunda kommuna hevur styrkt um umsjónina

Í sambandi við fíggjarætlanina 2022 samtykti býráðið, at umsjónin í Sunda kommunu skuldi hava hægri raðfesting, og setti pening av til at styrkja um starvsfólkahópin á økinum.

Peningur varð settur av til at seta tvey fólk afturat á ognareindini. Ognareindin í Sunda kommunu útinnur ymiskar byggiverkætlanir, hevur umsjón við kommunalum bygningum og ger fyrifallandi arbeiði í øllum 11 bygdunum í kommununi. Størvini blivu lýst leys og fyrst í februar setti Sunda kommuna Einar Hansen og Jóhann Poulsen í starv sum umsjónarmenn á Ognareindini.