Skip to main content

Sunda kommuna: Fyrsta jarðhitaskipanin hjá kommununi

Núverandi oljufýring í kommuskrivstovuni á Oyararbakka verður í hesum døgum skift út við eina grøna loysn.

Sunda kommuna ynskir at ganga undan á grønu leiðini, og í sambandi við umbyggingina av kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, hevur kommunan valt at skifta til jarðhitaskipan.

Avtala varð gjørd við Demich um at standa fyri verkætlanini har Jarðhiti tekur sær av brunnboringini. Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði Jarðhiti at bora eitt 400 m. djúpt hol, og væntandi koma teir longu á mál miðskeiðis í hesu vikuni. Tá hetta arbeiði er gjørt, fer Demich at skifta verandi oljufýring út við jarðhitapumpu.

Hetta verður fyrsta jarðhitaskipan hjá kommununi, men frameftir er ynski at allar útstykkingar og nýbyggingar, ið kommunan stendur fyri, skulu hava grønar orkuloysnir.