Skip to main content

Sunda kommuna: Fráfaringarløta fyri Terja Johannesen

Seinnapartin í dag var fráfaringarløta fyri Terja Johannesen, sum takkar fyri seg, nú hann fer frá fyri aldur. Terji hevur síðan 2003 starvast sum skúlavørður í Skúlanum við Streymin.

Fráfaringarsamkoman var hildin á Torginum í skúlanum, har familja og starvsfelagar vóru komin saman.

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, takkaði fyri trúgva tænastu og handaði Terja eina gávu og blómutyssi.

Leiðarin fyri tónlistaskúlan, Oddur Hentze og skúlastjórin, Jens Pauli G. Nolsøe, søgdu eisini nøkur orð. Eftir tað bjóðaði kommunan ein drekkamunn.

Terji byrjaði í starvinum sum skúlavørður í Skúlanum við Streymin (tá nevndur Felagsskúlin á Oyararbakka) í 2003. Hann hevur sostatt starvast í skúlanum í 19 ár, nú hann gevst fyri aldur.

Sunda kommuna takkar Terja fyri góða og drúgva tænastu og ynskir honum blíðan byr.