Skip to main content

Sunda kommuna: Fleiri fólk til sløkkiliðið

Nú hevur tú møguleikan! Sunda Sløkkilið søkir eftir dugnaligum sløkkiliðsfólki, at byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur at hava roykkavaraskeið og stóra koyrikortið, men ikki ein treyt.

Sløkkiliðið hevur støð á Oyrarbakka, nærhendis brúnni um Streymin, við allari neyðugari útgerð. Eisini er lokal sløkkiútgerð við Gjógv, í Tjørnuvík, í Haldórsvík og í Hósvík.

Sløkkiliðsleiðari er Mikkjal Hansen. Manningin á sløkkiliðnum telur í dag 13 fólk, søkt verður eftir 7 fólkum. Sunda sløkkilið fevnir um tær 11 bygdirnar í Sunda kommunu og ynskiligt er, at manningin í sløkkiliðnum, so vítt til ber, er mannað av fólki úr øllum bygdum.

Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.