Skip to main content

Sunda kommuna: Ferðavinnupolitikkurin hjá Sunda kommunu skal dagførast

Sunda kommuna fer nú at dagføra ferðavinnupolitikkin fyri Sundalagið, Saksun og Gjógv. Kommunan hevur gjørt avtalu við uttanhýsis ráðgeva, um at standa fyri arbeiðinum at dagføra ferðavinnupolitikkin og gera eina ferðavinnuætlan fyri økið.

Landafrøðiliga er Sunda kommuna av allar størstu kommunum í Føroyum og bygdirnar Gjógv, Saksun og Tjørnuvík eru millum best umtóktu ferðamálum í landinum. Tí er tað týdningarmikið at skipa ferðavinnuna, so hon er skynsom, ábyrgdarfull og burðardygg. Sunda kommuna ynskir eina ferðavinnu, ið er sosialt burðardygg og tekur atlit at trivnaðinum og dagliga lívinum hjá fólki og bygdasamfeløgunum. Somuleiðis ynskja vit at íbúgvarnir í kommununi fáa ágóða av ferðavinnuni, eitt nú við at menna nýggj tilboð og upplivingar, sum kasta av sær inntøkur til økið.

Í tí sambandi hava vit sett Margrethu Nónklett, at dagføra ferðavinnupolitikkin hjá kommununi og gera eina virkisætlan við ítøkiligum átøkum, ið skulu tryggja at ferðavinnan mennist til gagns fyri bæði borgarar, vinnurekandi og vitjandi í økinum. Talan er um eina tíðaravmarkaða verkætlan, ið eftir ætlan skal vera liðug hálvan september í ár.

Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan almenna umsiting og savnsvirksemi. Hon arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi og ger kanningar, greiningar og ráðgevur innan samfelagslig og mentanarlig viðurskifti.

Margretha er so smátt farin til verka og í næstum fer hon at práta við borgarar og áhugabólkar í økinum. Hetta verður gjørt við skipaðum samrøðum við einstaklingar og í bólkum. Fyri at røkka so nógvum sum gjørligt, fer hon eisini at gera eitt forum á heimasíðuni hjá kommununi, har øll fáa møguleikan at siga sína hugsan og koma við viðmerkingum. Tað verður kunngjørt á sunda.fo tá latið verður upp fyri skipanini.

Vit vóna, at fólkið í økinum tekur væl ímóti Margrethu, og eru fús at geva sítt íkast til arbeiðið, hon er farin undir.