Skip to main content

Sunda Kommuna fer at nýta Intranet

Í næstum fer Sunda kommuna undir at nýta nýggja skipan, sum kallast Intranet

Á fíggjarætlanini fyri 2023 setti Sunda kommuna pening av til eina samskiftisskipan á dagstovnaøkinum. Eftir hetta bleiv avtalað gjørd við Intra, um at veita eitt intranet til dagstovnarnar í kommununi. Talan er um eina skipan, sum er føroysk og tillaga dagstovnaøkinum. Dagstovnurin við Kráir hevur havt slíkt intranet í nøkur ár, og seinni í ár verður hetta eisini tikið í nýtslu á Flatinum og við Stórheygg. Í fyrst atløgu verða tað bert starvsfólkini ið koma at nýta skipanina, men við tíðini verða foreldur/verjar knýtt uppí.