Skip to main content

Sunda kommuna: Aftur í ár verður jólasøla og café í gamla skúla á Oyri

Á jólasøluni verður møguleiki at keypa ymiskar heimavirkaðar vørur, sum fólk, ið búgva í Sundalagnum hava gjørt.

Somuleiðis verður eisini møguleiki at keypa sær ein drekkamunn við nýbakaðum vaflum.

Jólasølan og caféin fara at hava opið frá 5. desember til 13. desember og upplatingartíðirnar eru hesar:

Leygardag er opið frá 13:00 til 17:00

Sunnudag til fríggjadag er opið frá 16:00 til 20:00