Skip to main content

Sunda kommuna: 30 ára starvsdagur

Í dag, 31. mars 2023 varð skipað fyri hátíðarhaldi á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka í samband við at Jóhanna Olsen hevur 30 ára starvsdag 1. apríl 2023.

Til hátíðarhaldi vóru familja og starvsfelagar boðin til kaffi og kaku.

Jóhanna byrjaði sum skrivari í Haldórsvíkar kommunu 1. apríl 1993 og í 2005 kom hon at starvast í Sunda kommunu eftir at kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman.

Til hátíðarhaldið søgdu Jóannes Prestá og Jógvan Kruse nøkur orð og góðu Jóhonnu blómutyssi, gávu og minnimerkið frá Sunda kommunu.

Vegna býráðið og umsitingina í Sunda kommunu vilja vit takka tær fyri, at tú hevur verið ein stórur og týndingarmikil partur av kommunala arbeiðinum seinastu 30 árini.

Hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum.