Skip to main content

Strendur: Um eina viku fari eg helst at spíska pennin, sigur Eivind Jacobsen.

Eivind Jacobsen á Strondum hevur yvirtikið heimasíðuna R7.fo og fer nú at leggja tíðindi út og samstundis goyma útvarpssendingarnar hjá R7

Tað skrivar kvf.fo 

Eivind Jacobsen sigur, at hann granskar fisk og fer samstundis at røkja portalin, sum hann nú hevur yvirtikið. Hann dugur ikki enn at siga, um hann skal hava fólk aftur at sær at røkja heimasíðuna.


- Eg komi nógv í samband við fólk í gerandisdegnum, og har fært tú nógvar søgur, sigur Eivind, sum hevur vaskað á flakavirki og tí er komin nógv í samband við fólk.


At r7.fo hevur heimstað á Strondum og í Eysturoynni, fer møguliga at síggjast aftur á heimasíðuni. Annars fer hann at leggja seg eftir at skriva um viðurskifti í øllum landinum.


R7.fo fer ikki at gera útvarp, men Eivind sigur, at hann ætlar sær at gera útvarpssendingar fyri Radio.fo. Partarnir hava tosað saman.


- Eysturoyggin er nærum bara í miðlunum, tá summi halda, at fólk í Eysturoynni tjena ov nógvar pengar. Eg byrji í smáum, men um eina viku fari eg helst at spíska pennin, sigur Eivind Jacobsen.