Skip to main content

Strendur: Størsti fólkavøkstur í Føroyum seinastu 10 árini

Hagstova Føroya legði í vikuni út filmsbrot, har greitt varð frá fólkavøkstrinum seinastu 10 árini.

Filmsbrotið endaði í bygdahúsinum á Strondum, har sjóneykan varð sett á, hvar í Føroyum fólkavøksturin hevur verið størstur hesi árini. Og sum tann klóki lesarin longu hevur roknað út, so hevur vøksturin verið størstur í Sjóvar kommunu.

Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 %, í mun til ein vøkstur á 13 % fyri alt landið.

Í Sjóvar kommunu búgva 1.200 borgarar í fimm ymiskum bygdum. Niðanfyri sæst ein útgreinan av fólkatalinum, deilt út á bygdirnar í kommununi:

  • Strendur: 1.000 íbúgvar
  • Innan Glyvur: 89 íbúgvar
  • Selatrað: 43 íbúgvar
  • Kolbeinagjógv: 36 íbúgvar
  • Morskranes: 32 íbúgvar

Hetta halda vit er ein góð søga at byrja vikuskiftið við.

Filmsbrotið kann síggjast á facebook síðuni hjá Hagstovu Føroya.