Skip to main content

Strendur: Sangløta við Stranda sangkóri

Stranda sangkór hevur drúgva søgu, men hevur í nógv ár ligið stilt. Seinasta heyst byrjaði kórið aftur, hesuferð við Ásbjørn Berthelsen sum kórleiðara.

Seinasta ár vóru viðurskifti sum gjørdu, at kórið ikki slapp at framføra. Tí fegnast tey í sangkórinum nú um at sleppa at syngja alment.

Kórið sang til eitt stórt stuðulstiltak í bygdahúsinum seinasta sunnudag, og var sera væl móttikið, so spennandi verður at hoyra meir frá teimum.

Komandi mikukvøld fer kórið at hava sangløtu. Her fara tey at framføra nakrar sangir, sum tey hava vant í heyst. Eisini verður felagssangur, har øll sleppa at syngja við.

Sangløtan verður mikukvøldið 9. november klokkan 19.30 í forhøllini í Stranda skúla.

Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.