Skip to main content

Strendur: Missiónsvikan 2023

Missiónshúsið á Strondum skipar fyri missiónsviku hesa vikuna. Missiónsvikan byrjaði í gjár, og endar sunnukvøldið 26. februar.

Nógv ymiskt er á skránni á missiónsvikuni 2023. Nevnast kann familjumøti, juniormøti, gudstænastur, morgunkaffi, ungdómsmøti, umframt tey vanligu kvøldmøtini.

Aftaná møtini er drekkamunnur.

Til møtini fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin er barnaansing. 

Eisini verða møtini stroymd á facebooksíðuni hjá missiónshúsinum. 

Øll eru vælkomin.

Skráin fyri missiónsvikuna: https://www.sjovar.fo/news/4518/missionsvikan-2023/?NewsgroupIds=1