Skip to main content

Strendur: Málningar hjá Anfríð Djurhuus á kommunuskrivustovuni.

Sjóvar kommuna hevur haft ynski um, at lokal listafólk skulu hava møguleika at vísa framm síni listaverk á kommunuskrivstovuni.

Umstøðurnar hava ikki verið til tað, men nú eru umstøðurnar blivnar betri.

Okkara lokala listafólk Anfríð Djurhuus, verður tann fyrsta at sína framm sínar málningar, sum koma at hanga á kommunuskrivstovuni.

Anfríð málar naturalistiskar málningar, har hon leggur stóran dent á litir og ljós.

Øll eru vælkomin framvið, at hyggja eftir hennara málningum, gerandisdagar millum kl 8-14.

Og sært tú ein málning tær dámar, er eisini møguleiki at keypa frá henni.
Viðheftu myndirnar, eru nakrar av hennara málningum sum eru at síggja.

Vælkomin framvið á kommunuskrivstovuna á Skúlavegi 10 á Strondum.