Skip to main content

Strendir: Innsavnan av klæðum til Turkalands í dag

St.Í.F. hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum tikið stig til at savna inn klæði til fólkini í teimum hart raktu økjunum í Turkalandi.

Sera stórur tørvur er á heitum klæðum til børn og vaksin, tí kalt er. Óteljandi fólk hava mist hús og heim.

Tørvur er á heitum klæðum (børn og vaksin), t.d. teppum, troyggjum, húgvum, hosum, jakkum, regnklæðum. Eisin er stórur tørvur á sápu.

Til ber at koma við klæðum og sápu v.m. í dag leygardagin 11. februar millum kl 14.00-18.00 í hølunum hjá rumeniahjálpini á Strondum, Strandatún 9 (inngongd í sunnara enda) Sí kortið