Skip to main content

Strendur: Hundagarður í Skúlagerði

Hundar í Sjóvar kommunu hava nú eisini fingið spælipláss á Strondum. Omanfyri kommunuskrivstovuna er eitt øki innihegnað, til tess at hundaeigarar kunnu sleppa sínum ferføttu vinum leysum til spæl og rørslu. Økið er góðar 1.200 fermetrar til støddar.

Tað skrivar sjovar.fo

Hundaánarar heittu fyri tíð síðani á Sjóvar kommunu at finna eitt øki til endamálið. Í samskifti við hundaeigararnar er funnið fram til økið omanfyri kommunuskrivstovuna á Strondum. Grasið er sligið tvinnar ferðirnar í summar, og hóskandi hegn er sett upp runt økið. Borð og benkur verða eisini sett upp í næstum. Jónhard Johansen, arbeiðsmaður hjá Sjóvar kommunu, hevur staðið fyri arbeiðnum við hundagarðinum.

Avtalan og ætlanin er, at hundaeigarar sjálvir halda økið, í tøttum samstarvi við kommununa.

Øll eru sjálvandi vælkomin at brúka økið, og vóna vit, at økið verður til stóra gleði hjá borgarum okkara.

Fyri at halda sátt og sóma eru nakrar leiðreglur gjørdar í samband við nýtslu av økinum. Leiðreglurnar verða endurgivnar niðanfyri.

Fleiri myndir HER https://www.sjovar.fo/news/4361/hundagardur-i-skulagerdi/?NewsgroupIds=8