Skip to main content

Strendur: Frá Føroya Keypssamtøkuni til Sjóvar kommuna

Jóhan nýtt skrivstovufólk hjá Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna hevur sett 44 ára gamla Jóhan Blábjørg, búsitandi á Strondum og ættaður úr Fuglafirði, sum nýtt skrivstovufólk hjá kommununi.

Jóhan hevur arbeitt seinastu 7 árini á skrivstovu hjá Føroya Keypssamtøku, harav 3 ár sum skrivstovuleiðari.

Sjóvar kommuna er í stórum vøkstri og tí er neyðugt at styrkja kommunalu umsitingina. Jóhan verður partur av dagliga umsitingarliga virkseminum hjá kommununi.

Jóhan byrjar í starvinum í dag 2. januar 2023.

Vit ynskja honum bestu eydnu í starvinum.