Skip to main content

Strendir: Dania O. Tausen & Knút H. Eysturstein - Dupultkonsert í Stranda Bio

Mikukvøldið 9. februar kl. 20 verður serlig føroysk dupultkonsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum við toftadamuni Daniu O. Tausen og leirvíkinginum Knúti H. Eysturstein.

Konsertin er partur av "Spæl føroyskt"-vikuni, sum verður dagarnar 7.-13. februar. 

Dania gav út føroysku plátuna, Gonguteigatúnatos, á sumri 2021, við egnum spælandi modernaðum føroyskum tekstum.

Knút hevur útgivið 3 plátur, og ein pláta er ávegis. Á komandi plátuni, sum kemur út seinni í ár, eru bæði egnir tekstir, men eisini hevur Knút lagt løg til fleiri av yrkingunum hjá Regini Dahl.

Vit gleða okkum til eina góða føroyska konsert í Stranda Bio.

Atgongumerki fáast við dyrnar fyri 100 kr.