Skip to main content

Strendir: Stuðulskonsert í Missiónshúsinum á Strondum

Stór stuðulskonsert, til frama fyri Kaju Nemuel og Nemuel Babba, verður í Missiónshúsinum á Strondum fríggjakvøldið 18. mars kl. 20.

Kaja, ið er ættað úr Rituvík, hevur verið trúboðari í Afrika síðan 1969. Kaja er gift við Nemuel Babba, sum hevur arbeitt sum prestur í fleiri ár.

Bæði eru tey stødd í Føroyum í løtuni, og í tí sambandi verður skipað fyri eini stuðulskonsert, har tey eisini koma at greiða stutt frá, hvat tey arbeiða fyri.

Skrá

  • Andakt við Unn Justinussen
  • Bárður á Lakjuni
  • Fríðbjørg Jensen
  • Kaja og Nemuel greiða frá
  • Jan Jacobsen og Jórun Pálsdóttir
  • Borgfríð Fonsdal
  • Heine og Jóhanna Lützen
  • Kaffi/te + okkurt søtt

Til ber at lata eina peningagávu á konto: 9181-421.204.7. Eisini verður høvi at lata eina gávu á staðnum.