Skip to main content

Strendir: Nýggj hús reist við Nónvarða

Í gjár vóru aftur eini hús reist í Sjóvar kommunu, hesuferð við Nónvarða á Strondum.

Eigarar av nýggja húsinum eru Kirstinbjørg Rasmusardóttir Prestá og Steinar Arnsteinsson Prestá.

Tað eru Sp/F TJ Smíð, við Trygva Jóhanson, sum standa fyri arbeiðnum at byggja og reisa húsini.

Myndir av húsinum síggjast niðanfyri.

Sjóvar kommuna ynskir Kirstinbjørg og Steinari hjartaliga til lukku við reista húsinum.