Skip to main content

Strendir: Nýggj hús reist í Lágargerði

Leygardagin, 7. mai 2022, vórðu aftur eini hús reist í Sjóvar kommunu, hesuferð í Lágargerði á Strondum.

Eigarar av húsinum eru Alisa Joensen og John Høj Joensen.

Stoypiarbeiðið hevur MPT Forskalling staðið fyri, ímeðan John sjálvur, við góðari hjálp frá familju og vinum, hevur gjørt stykkið byggiklárt. Harumframt hevur John ætlanir um at smíða restina av húsinum. 

Nakrar myndir av húsinum síggjast niðanfyri.

Sjóvar kommuna ynskir Alisu og John hjartaliga til lukku við reista húsinum.