Skip to main content

Strendir: Nýggj hús reist í Lágargerði

Mánadagin, 21. februar 2022, vórðu enn eini hús reist í Sjóvar kommunu, hesuferð í Lágargerði á Strondum.

Eigarar av húsinum eru Eva Andrésen og Ólavur í Geil.

Ólavur og vinmaðurin, Heðin, hava sjálvir bygt húsini. Tað eru Foss.fo, við Jákup Suna Lauritsen, sum hava reist og standa fyri at inniloka húsini.

Myndir av húsinum síggjast niðanfyri.

Sjóvar kommuna ynskir Evu og Ólavi hjartaliga til lukku við reista húsinum.