Skip to main content

Strendir: Dania O. Tausen & Piparstertur - Dupultkonsert í Stranda Bio

Hóskvøldið 31. mars kl. 20 verður serlig føroysk dupultkonsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum við toftadamuni Daniu O. Tausen og nýggja bólkinum Piparstertur, við gøtumanninum Benjamin D. Djurhuus.

Dania gav út føroysku plátuna, Gonguteigatúnatos, á sumri 2021, við egnum spælandi modernaðum føroyskum tekstum.

Piparstertur spælir eina blanding av fusion jazz, popp, rokk og eksperimenterandi indie við íblástri frá øllum møguligum tónleikagreinum. Tónleikaliga góðskan er í hásæti.

Vit gleða okkum til eina góða føroyska konsert í Stranda Bio.

Atgongumerki fáast við dyrnar fyri 100 kr.

Tónleikarar:

Dania O. Tausen (sang)
Benjamin Djurhuus (guitar)
Harald Fonsdal Johannesen (trummur)
Torleik Mortensen (bass)

Piparstertur:

Benjamin Djurhuus (gittar)
Fríði Bjarkhamar (trummur)
Djóni Fischer (bass)
Jákup Tórgarð (klaver)