Skip to main content

Strendir: Bindiskeið 18.mai

Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia, kemur at hava bindiskeið í bygdahúsinum á Strondum mikukvøldið 18. mai 2022 klokkan 19.30- 22.00.

Vit fara at binda ymisk strukturmynstur og holmynstur. Eisini fara vit at binda raglan og at knýta "the magic knot".

At hava við :

  • Ermastokkar nr. 4 umleið og hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
  • Saks

Øll, sum luttaka, fáa eina bindibók frá Navia, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% galdandi í eina viku í Navia-handlunum. Eisini kaffi/te og kakur.

Tilmelding: skriva eini boð á Messenger til Guðrun Ólavsdóttir ella á tlf.nr. 250904, í seinasta lagi 16. mai kl 18.00. Tá ið 50 hava teknað seg er fult teknað.

Kostnaður: 150kr

Eisini verður lutaseðlasøla.


Verið vælkomin!
Gentur 09 St.Í.F

Tað skrivar sjovar.fo